Gerst ein partur av okkara úrslitagóða og dugnaliga nýggja føroyska fundraisara toymi, sum gjøgnum sterkan boðskap og jaligar telefonsamrøður, fær nýggj heimsforeldur til vega fyri at hjálpa heimsins børnum.
Arbeiðsstað, arbeiðstíðir og løn:
• Skrivstovan liggur á Rentemestervej 62, København NV. Vit búleikast í nýggjum og flottum hølum og á takinum hava vit tað besta hátúnið í Keypmannahavn.
• Tú arbeiðir 2 til 5 vaktir um vikuna, men tú avgerð nær vaktirnar liggja:
• Dagvaktirnar eru frá kl. 09.45 til 16.00. Mánadag – fríggjadag.
• Kvøldvaktirnar eru frá kl. 16.45 –til 20.45. Mánadag – hósdag.
• Undir útbúgvingartíðini (2-4 vikur) eitur tímalønin 125 kr og síðani er lønin 135 kr um tíman, við møguleika fyri lønarhækking alt eftir úrsliti og persónligum royndum.
Vit halda samrøður so hvørt og eru til reiðar at seta starvið skjótast gjørligt. Í samband við starvsetan verða barna- og revsiváttan fingin til vega. Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við mia.danielsen@sutdentconsulting.com.
Vit gleða okkum at hitta teg.
UNICEF er felagsskapurin, sum heimsins lond hava valt at ganga á odda fyri at bjarga barnalívum og tryggja at teimum gongst væl. UNICEF virkar fyri øll heimsins børn, men við serligum atliti til tey, sum hava tað ringast. Karmarnir eru Barnarættindasáttmálin hjá ST og øll fígging er treyta av sjálvbodnum stuðli. UNICEF er rødd barnanna, tann hjálpandi hondin, uttan mun til, hvar tey búgva og tann lívbjargandi bráðfeingis neyðhjálpin undir stríði og vanlukkum. Vit bjarga lívinum hjá børnunum, frá tey eru í móðurlívið til vaksnamannalívið. Nærri upplýsingar á www.unicef.dk.